Broytt herskylda kann ávirka føroyingar í Danmark

Broytt herskylda kann ávirka føroyingar í Danmark
Tað hevur týdning at boða myndugleikunum frá, um tú vil sleppa undan herskylduni, sigur ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
Kvinnur skulu nú eisini gera herskyldu í Danmark.
Mynd: OLFI  
 
15.03.2024 - 18:00

Herskylda skal ikki bara galda fyri menn, men eisini fyri kvinnur, og tíðarskeiðið við herskyldu skal hækkast úr fýra upp í 11 mánaðir.

Tað ætlar danska stjórnin.

Verður herskyldan broytt, fer hetta væntandi at ávirka, hvørjir føroyingar í Danmark verða innkallaðir.

- Tískil er tað týdningarmikið at taka støðu, og boða myndugleikunum frá, um tú vilt sleppa undan herskylduni, sigur ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.

Spenta støðan í heiminum ger, at danir í næstum fara at uppraðfesta verjuna.

Í tíðarskeiðnum 2024 til 2028 ætlar stjórnin at seta 40,5 milliardir krónur av aftrat til verjusemjuna, sum longu frammaundan er 155 milliardir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15032024_Herskyldai_DK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542