Kunnu ikki liva av føgrum orðum og yvirlýsingum frá ES

Kunnu ikki liva av føgrum orðum og yvirlýsingum frá ES
Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur lítið um semjuskjalið millum ES og Føroyar, sum var undirskrivað í gjár
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður, heldur, at semjuskjalið millum ES og Føroyar hevur ongan týdning. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.03.2024 - 13:24

- Tað er nú, Føroyar skuldu sett krøv til ES, og tað hava vit ikki gjørt.

Tað sigur Jacob Vestersgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um semjuskjalið við ES um tættari samstarv.

Jacob Vestergaard, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vóru í Breddanum fyrrapartin, har teir skiftu orð um semjuskjalið, sum Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu undir í Tinganesi í gjár.

 

Hesir tríggir vóru í Breddanum fyrrapartin.

 

Jacob Vestergaard heldur, at semjuskjalið hevur ongan týdning. Føroyar kunnu ikki liva av føgrum orðum og yvirlýsingum: 

 

15032024_Jacob_Vestergaard

 

Høgni Hoydal og Bárður á Steig Nielsen halda hinvegin, at semjuskjalið hevur stóran týdning fyri Føroyar:

 

15032024_Hogni_og_Bardur
 
 

Hoyr allan Breddan HER.

 

Breddin verður eisini stroymdur, og stroymingin av kjakinum sæst HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896