Trump: USA verður verandi í Nato, men Nato má fara væl við USA

Trump: USA verður verandi í Nato, men Nato má fara væl við USA
Fyrrverandi amerikanski forsetin hevur fyrr funnist at limalondunum í Nato fyri ikki at rinda nóg mikið til verjusamgonguna
Donald Trump sigur, at var USA ikki, hevði Nato ikki verið til. (Savnsmynd: AP)
 
20.03.2024 - 08:36

USA verður hundrað prosent í Nato, um Donald Trump verður amerikanskur forseti aftur. Evropeisku londini skulu tó fara væl við USA.

Tað vóru boðini frá Donald Trump í samrøðu við bretsku tíðindarásina GB News.

Trump stillar uppaftur til amerikanska forsetavalið í heyst:

 

20032024_Trump_og_Nato

 

- Eg gjørdi Nato sterkt, og nú má Nato fara væl við USA, tí um USA ikki var, hevði Nato ikki verið til. Tey gjørdusær dælt av okkum, sum flestu lond gera, segði Trump millum annað í samrøðuni.

Donald Trump hevur fyrr funnist at limalondunum í Nato fyri ikki at rinda nóg mikið til verjusamgonguna.

Nato krevur, at limalondini brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju og trygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655