Fólkaskúlin skal hava nakrar milliónir aftrat

Fólkaskúlin skal hava nakrar milliónir aftrat
Biðið er um 5,6 mió.kr. aftrat til at reka fólkaskúlan í ár
Hallið í fjør ger seg inn á játtanina í ár.
 
31.03.2024 - 15:30

Biðið er um 5,6 mió.kr. aftrat til at reka fólkaskúlan í ár.

Tær eru neyðugar, skal virksemið, sum er hetta skúlaárið, halda fram komandi skúlaár, sigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið.

Næmingatalið verður tað sama sum í hesum skúlaárinum. 

Orsøkin til eykajáttanartørvin í ár er hallið í fjør, tí lønarsáttmálarnir vóru dýrari enn mett. 

Og játtanin í ár er ikki framskrivað við fullari lønarframskriving. 

Verður játtanin hækkað, fer fólkaskúlin at kosta slakar 463 milliónir í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619