Rossafólk vilja hava aðra staðseting til súkklubreyt

Rossafólk vilja hava aðra staðseting til súkklubreyt
Rossafólk og Ríðisamband Føroya mæla frá ætlaðu staðsetingini við Rossagøtuna um Fjallið. Tey stúra fyri trygdini.
22.06.2026 - 20:33

Ætlanin um at gera eina nýggja rossabreyt við Rossagøtuna um Fjallið hevur elvt til kjak.

Rossafólk hava savnað undirskriftir og heitt á Tórshavnar kommunu um at finna eina aðra staðseting. Sambært teimum eru trygdarviðurskiftini ikki nøktandi.

Kommunan heldur tó fast við ætlanina. Borgarstjórin vísir á, at kommunan hevur lurtað eftir teimum atfinningum, sum eru komnar fram, og hevur gjørt neyðugar tillagingar.

Nýggja rossabreytin er partur av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, sum verða hildnir í Føroyum í 2027. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717