Neyðtøkan av kvinnuni við Sandá er í Landsrættinum

Neyðtøkan av kvinnuni við Sandá er í Landsrættinum
Í morgin kemur eitt serliga vandamikið neytøkumál fyri nevningatingi í Landsrættinum, um póllendingin sum leyp á kvinnu í 29. viku, tá hon gekk á gøtuni við Sandá
 
22.06.2026 - 19:05

Í morgun byrjaði eitt mál í Landsrættinum, har eitt nevningating skal taka støðu til dómin, sum ein 36 ára gamal póllendingur fekk í Føroya rætti tann 25. mars. Tá varð póllendingurin dømdur fyri eina serliga vandamikla neyðtøku, framd á annan hátt enn við samlegu, og fyri serliga rátt, harðrent og vandamikið likamsálop, sum setti álopnu kvinnuna í lívsvanda. 

Í Føroya rætti varð maðurin dømdur í trygdarvarðhald - ella forvaring, og hann fekk varandi útvísing úr Føroyum og varð dømdur at rinda kvinnuni stívliga 200.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og mista arbeiðsinntøku.

Í Føroya rætti tvíhelt póllendingurin um, at hann var ósekur, eins og hann hevur gjørt í øllum politiavhoyringunum, og hann kærdi á staðnum dómin til Landsrættin. 

Eystari landsrættur er í Føroyum hesa vikuna, og tríggir dagar eru settir av til málið. Eins og í Føroyarætti er tað eitt nevningating, sum skal taka støðu í Landsrættinum. 

Rættarfundurin byrjaði í morgun við, at danski verjin las upp dómin í Føroya rætti, sum er kærdur, og síðan greiddi føroyski ákærin Sára Ann Bjarnadóttir Vinther frá teimum viðurskiftum og umstøðum, sum hon helt prógva, at maðurin er sekur. Hon greiddi nevningunum frá, at tað er ákæruvaldið, sum skal prógva, at póllendingurin hevur gjørt tað, hann er ákærdur fyri.

Rættarviðgerðin í dag var sum ein heild ein samandráttur av dóminum í Føroya rætti.

Tá álopna og neyðtikna kvinnan varð avhoyrd, var tann parturin fyri afturlatnum hurðum. Tann ákærdi var eisini vístur úr rættarhølinum ta løtuna, men kundi fylgja við í hennara frágreiðing úr einum hølin við síðuna av. Verjin tyktiskt hefta seg við DNA-royndirnar, sum vórðu tiknar av klæðum hjá bæði tí ákærda og kvinnuni. Hann spurdi nærri um ymisk viðurskifti hesum viðvíkjandi, og okkurt bendir á, at hann fer at vísa á onkrar veikleikar við hesum DNA-royndunum, tá partarnir hava sonevnda prosedyru í rættarmálinum. Eisini royndi verjin at vísa á sannlíkindini fyri, at tað er stutta tíðin, sum póllendingurin hevði verið í Føroyum, sum var orsøk til, at hansara frágreiðing um, hvussu hann hevur ferðast í økinum við Sandá hetta kvøldið, tann 28. apríl í 2024, var ógreið og í nøkrum førum sjálvmótsigandi.

Prosedyran byrjar í morgin kl 9. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847