Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar tiknar uppaftur

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar tiknar uppaftur
Samráðingar vera aftur mikudagin í næsta viku og mikudagin í viku 16
Við einum undantaki eru nýggj fólk í nevndini hjá Pedagogfelagnum. Í miðjuni Sanna á Løgmansbø, forkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.04.2024 - 12:25

Samráðingarar millum Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið halda fram mikudagin í næstu viku og aftur mikudagin í viku 16.

Samráðingarfundur var í gjár.

Við einum undantaki eru nýggj fólk í nevndini hjá Pedagogfelagnum.

Okkurt er lagt aftrat upprunaligu krøvum felagsins.

Sáttmálin var galdandi til 1.apríl í fjør. 

Trý onnur feløg hava ikki fingið nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið enn.

Tey eru Maskinmeistarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329