Claus trýr upp á gott úrslit

bannari
Claus trýr upp á gott úrslit
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru nærri einum EM-endaspæli enn nakrantíð, tá ið tær seinnapartin skulu spæla á útivølli ímóti Íslandi á Hafnarfirði.
Føroysku hondbóltskvinnurnar fara eftir einum EM-atgongumerki, tá ið tær í dag klokkan 17 spæla útidyst ímóti Íslandi
 
07.04.2024 - 14:33

Undan dystinum eru oddsini ímóti, at Føroyar gera nakað við Ísland, og eisini royna íslendingar at fylla høllina á Hafnarfirði við sínum egnu fjepparum, tí í dag er ókeypis atgongd.

Landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Claus Mogensen ásannar, at tað kann vera gott at vera undirmettur undan einum dysti sum hesum, men fyrst og fremst verður farið eftir at taka so nógv av tí góða við sum gjørligt frá dystinum ímóti Svøríki mikukvøldið.

Tá í Føroyar og Ísland spældu í Føroyum, vann Ísland við fimm málum, og hóast tað kanska ikki verður so lætt, heldur Claus Mogensen tað ikki vera ógjørligt at venda tølunum í dystinum í dag.

Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum sat uttanfyri mikukvøldið við einum brotnum fingri, hevur vant við í vikuni, og hóast hon neyvan fær tann stóra leiklutin í dag, er hon á dómaraseðlinum.

- Hon hevur gott spælskil, og vit koma kanska at koyra hana inn av og á, so Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen kunnu fáa onkran lítlan steðg, sigur Claus Mogensen.

 

Hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran í útvarpstíðindunum:

2024-04-07-Claus-Mogensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311