Royndur og umstríddur politikari verður væntandi forsætisráðharri

Royndur og umstríddur politikari verður væntandi forsætisráðharri
Bjarni Bendiktsson var eitt skifti í 2017 forsætisráðharri í Íslandi, og nú er líkt til, at hann aftur verður stjórnarleiðari
Alt bendir á, Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið.  
 
09.04.2024 - 13:45

Nógv bendir á, at Bjarni Bene­dikts­son, sum er formaður í Sjálf­stæðis­flokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi.

Tað skrivar Morgunblaðið.

Um gitingarnar eru rættar, so er talan um ein politikara við drúgvum royndum, ið tekur við eftir Katrín Jakobsdóttir.

Tað sigur Hanna í Horni, føroysk sendikvinna í Íslandi. 

 

Hanna í Horni í føroysk sendikvinna í Íslandi. 

 

Nakað av spenningi hevur verið, um tað fór at eydnast stjórnarflokkunum, Sjálf­stæðis­flokkinum, Fram­sókn­ar­flokkinum og teimum Vinstru-Grønu, at semjast um at halda fram við samstarvinum.

Tað er serliga búskapurin, sum ger, at samstarvið heldur fram. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09042024_Hanna_i_Horni


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816