Tepur meiriluti í bygdaráðnum í Hvalba fyri fólkaatkvøðu

Tepur meiriluti í bygdaráðnum í Hvalba fyri fólkaatkvøðu
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álitið um kommunusamanlegging, verður biðin um at fyrireika fólkaatkvøðuna
Hvalba.
 
10.04.2024 - 14:34

Hvalbingar fáa møguleikan at siga sína hugsan um kommunusamanlegging í Suðuroynni. 

Við teprum meiriluta samtykti Hvalbiar bygdaráð í gjár skipa fyri fólkaatkvøðu um samanlegging. Fýra atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti. 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álitið um kommunusamanlegging, verður biðin um at fyrireika fólkaatkvøðuna, og málið verður so aftur lagt fyri bygdaráðið.

Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu:

 

10042024_Janus_Thomsen

 

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.

 

Í kvøld fer bygdaráðið í Fámjin taka støðu til sama mál.

Frammanundan hevur samt býráð á Tvøroyri longu tikið undir við, at fólkaatkvøða skal haldast í kommununi um kommunusamanlegging

Arbeiðsbólkurin,  sum hevur arbeitt við at kanna vansar og fyrimunir við samanlegging av kommununum í Suðuroyar norðaru helvt, legði í mars fram úrslitið av arbeiðinum. 

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at mælt verður til, at Fámjins-, Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunur leggja saman.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672