Børsurin í ljósum loga

Børsurin í ljósum loga
Eldur er í søguligum bygningi í Keypmannahavn í morgun
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
16.04.2024 - 08:11

Enn er ikki greitt, hvussu umfatandi eldurin er, men fyri løtu síðan koppaði eyðkenda tornið, sigur danska kringvarpið.  

Børsurin er undir umvæling og byggipallar eru runt um bygningin. 


Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

 

Børsurin er ein av elstu bygningum í Keypmannahavn og liggur á Slotshólminum, í hjartanum í Keypmannahavn. Børsurin er frá ár 1625. 

Vinnustovnar og fakfeløg halda til dagligt til í Børsinum. 

Tað hevur eydnast at fáa fleiri dýrabarar lutir úr brennandi bygninginum, m.a. fleiri søguligar málningar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423