Paul Watson til Íslands í summar

Paul Watson til Íslands í summar
Captain Paul Watson Foundation, sum Paul Watson hevur stovnað, boðar í tíðindaskrivi frá, at skipið John Paul DeJoria fer til Íslands í summar at forða fyri hvalaveiðu
Í fjør summar var Paul Watson við skipinum John Paul DeJoria í Føroyum. Í summar ætlar felagsskapurin hjá Paul Watson til Íslands.
 
18.04.2024 - 10:55

Paul Wat­son ger nú um seg aftur. Hann boðar frá, at skip hansara, John Paul DeJoria, fer til Íslands í summar at forða fyri hvalaveiðu. Tað skrivar Captain Paul Watson Foundation, sum er ein felagsskapur, sum Paul Watson hevur stovnað, í tíðindaskrivi.

Atgerðin móti íslendsku hvalaveiðuni kallast Operati­on Ice Storm, og endamálið er at forða íslendska partafelagnum Hvalur at veiða hval. Eitt partafelag, sum sambært tíðindaskrivinum, er einasta felag í Íslandi og Evropa, sum veiðir stórhval. 

John Paul DeJoria liggur í løtuni í Hull í Onglandi. Fólk í felagsskapinum hjá Watson vóru í Íslandi í fjør.

Meðan John Paul DeJoria var á veg til Íslands í fjør, var forboð sett fyri at skjóta hval. 

Partafelagið Hvalur søkti 30.januar um loyvi at skjóta hval í summar, men felagið hevur ikki fingið svar enn.

John Paul DeJoria var eisini í føroyskum sjógvi í fjør summar.

Skiparin tá, Daniel Binyon, fekk 157.000 kr. í sekt í Føroya rætti fyri fýra lógarbrot.

Hann skeyt dómin inn fyri Landsrættin, sum viðger málið 21. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763