Serlækni um fosturtøku: Áseting um samvitsku kann gerast ein glíðibreyt

Serlækni um fosturtøku: Áseting um samvitsku kann gerast ein glíðibreyt
Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið um fría fosturtøku fyri 12. viku.
Diana Reynstind er serlækni í kvinnusjúkum.
 
15.05.2024 - 11:13

Ásetingin um samvitskufrælsi átti ikki at verið í fosturtøkulógini, heldur Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum. 

Hon heldur, at samvitskuásetingin kann gerast ein glíðibreyt.

Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið um fría fosturtøku fyri 12. viku.

 

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samgonguflokkarnir í rættarnevndini mæla til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen. Henrik Old tekur tó ikki undir við hesum. Hini í samgonguni hava eitt broytingaruppskot. 

Tey siga, at er tað móti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá heilsustarvsfólki á sjúkrahúsi at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skulu tey sleppa undan. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15052024_Fosturtoka_og_samvitska


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952