Countryfestivalurin byrjaði í gjárkvøldið

Countryfestivalurin byrjaði í gjárkvøldið
Útlendsku høvuðsnøvnini hesuferð eru Nathan Carter úr Írlandi og amerikanski bólkurin Chapel Hart. Harumframt verða nógvar konsertir við føroyskum bólkum og solistum
Jóhan Petur á Stongum á festivaløkinum fríggjamorgunin
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
13.06.2025 - 13:17

Lagið var gott á fólki, tá festivalurin byrjaði í gjárkvøldið, sigur Jóhan Petur á Stongum, sum er formaður í nevndini fyri Countryfestivalin. Her mundu vera eina 1400-1500 fólk tilsamans, og tað var stúgvandi fult av fólki til bæði pubquizzina og hugnaløtuna við felagssangi. Og tá kom eisini Nathan Carter Band á gátt fyri at merkja huglagið millum gestirnar.

Í kvøld verður eitt nú línudansur á skránni, Uni Debes & The Tomcats fara at spæla, eins og Hallur Joensen, Tórfríð Tavsen, Nathan Carter, Son of Fortune, Vágaverk og FourMenh eisini fara á pallarnar báðar.

Eftir at festivalurin er settur leygardagin, verða konsertir við Garpum, Lokalum røddum, Kristinu Bærendsen, Blátt Gras, Chapel Hart, Magna Christiansen, Tinganest og Strámenn.

Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Jóhan Petur á Stongum her!
 

1748610

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744