Johan Dahl: "Um eg ikki hevði lisið, hevði eg knekkað"

Johan Dahl: "Um eg ikki hevði lisið, hevði eg knekkað"
Tað sigur Johan Dahl, sum, einaferð tá ið á stóð, gav upp og segði við Jesus, at nú mátti hann ráða. Johan Dahl og Hjørdis Háberg Petersen eru gestir í "Skrivað stendur".
 
17.05.2024 - 07:41

- Eg minnist, at tað gekk veruliga illa, og eg var við at missa alt. Tá las eg eina bók av einum amerikanskum prædikumanni, har hann umtalaði júst hetta, sum teksturin vit viðgera í dag, snýr seg um. Tað at trúgva, lata heilaga andan virka og leggja alt í Harrans hendur. Eg kendi eina troyst í tí, tá eg gjørdist greiður yvir, at tá tú hevur gjørt tað, tú kanst, so mást tú sleppa skútuni og lata Jesus stýra, og tað gav mær ein frið, sigur Johan Dahl í sendingini Skrivað stendur. Hann er gestur saman við Hjørdis Háberg Petersen.

- Og tað er júst tað, sum er fantastiskt, tí tað er ikki bara teori - tað virkar, sigur Hjørdis. Tá ið eg var 22 ára gomul og var við barn í sjeynda mánaði, fekk eg blóðtøpp í heilan og gjørdis lamin í høgru síðu. Tað var ræðuligt. Vit bóðu um, at Jesus skuldi koma og hjálpa okkum. Tá merki eg ein frið koma inn, tað er sovorin friður, sum mann ikki ordliga kann forklára, greiðir Hjørdis frá.

- Eg minnist, at grannskoðarin sigur við meg: Johan, eg skilji ikki, at tú ikki langt síðan ert farin niður við strongd, tí tað var so øgiliga nógv og belastandi. Eg sigi við hann, at eg hevði lisið ein bók, sum byggir á bíbliuna, og um eg ikki hevði lisið hetta, so hevði eg knekkað. Tí trúgvi eg, at tað hevur týding at lesa, biðja og trúgva upp á, at Jesus er við okkum altíð, sigur Johan Dahl frá.

Hvat: "Skrivað stendur"
Hvar: Í útvarpinum og á KVF ljóð
Nær: Í dag, fríggjadagin, kl. 11.00 og sunnumorgun kl 10.00 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017