Ein ósigur fyri Norðurlond um Grønland fer úr Norðurlandaráðnum

Ein ósigur fyri Norðurlond um Grønland fer úr Norðurlandaráðnum
Tað hóskar illa saman við sjálvsuppfatanina hjá Norðurlondum, um Grønland ger álvara av at venda Norðurlandaráðnum bakið, sigur serfrøðingur
Grønlendski landsstýrisformaðurin Mute B. Egede vil ikki møta upp í Norðurlandaráðnum, um tað ikki er undir somu treytum sum hini londini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.05.2024 - 19:03

Um Grønland tekur seg úr Norðurlandaráðnum, verður tað ein stórur ósigur fyri Norðurlondini, sum annars plaga at føra seg fram sum heimsins javnastu samfeløg.

Tað sigur Kirsten Thisted, sum er lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og serfrøðingur í postkolonialismu úr einum norðurlendskum sjónarhorni, við grønlendska miðilin Sermitsiaq.

Hon sigur, at Norðurlond vanliga dáma at vísa á, hvussu sterk javnrættindi og demokratisku virðini eru í Norðurlondum, og so ber ikki til at hava eina trætu við Grønland um, at grønlendingar kenna seg fyri mismuni.

Kirsten Thisted vísir tó á, at tað í hesum føri ikki er ein ósemja millum Grønland og Danmark, og at tað er gott. 

Grønlendski landsstýrisformaðurin Mute B. Egede hevur boðað frá, at Grønland ikki longur fer at møta upp til fundirnar hjá Norðurlandaráðnum, so leingi Grønland ikki kann luttaka eftir somu treytum sum hini limalondini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein grønlendskur leiðari hevur boykottað eitt altjóða samstarv. Í 2013 gjørdi táverandi landsstýrisforkvinnan Aleqa Hammond av at fyribils steðga grønlendsku luttøkuni í Arktiska Ráðnum, tí hon á einum fundi bleiv víst til ein stól í bakgrundini og ikki við høvuðsborðið, har tey sjálvstøðugu londini sótu.

Men tað, sum er øðrvísi hesa ferð, er, at Mute B. Egede ikki hevur fingið serliga nógvar atfinningar úr Grønlandi fyri sína avgerð. Í 2013 talaðu nógv at avgerðini hjá Alequ Hammond og søgdu, at tað ikki var rætt av Grønlandi at seta seg sjálvt uttanfyri alla ávirkan.

Kirsten Thisted sigur hetta vera eitt tekin um, at Grønland hevur flutt seg seinastu 10 árini, og at okkurt eisini er hent í Danmark, har tað nú verður skilt betur, hví Grønland ikki altíð vil vera lítlibeiggin í altjóða samstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459