Ankestyrelsen kann eisini viðgera føroysk mál um ættleiðing

Ankestyrelsen kann eisini viðgera føroysk mál um ættleiðing
Danmark og Føroyar hava gjørt ískoytisavtalu um ættleiðing
Við ískoytisavtaluni verður tryggjað, at Ankestyrelsen eisini kann yvirtaka og viðgera føroysk mál um ættleiðing. (Savnsmynd)
 
03.06.2024 - 08:23

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og Pernille Rosenkrantz-Theil, almannamálaráðharri, hava skrivað undir ískoytisavtalu um ættleiðing.

Danska stjórnin arbeiðir við at broyta donsku ættleiðingarlógina, so heimildin at miðla altjóða ættleiðingar, sum í dag er hjá Danish International Adoption (DIA), kann leggjast til Ankestyrelsen at umsita, um tað verður neyðugt.

Við ískoytisavtaluni verður tryggjað, at Ankestyrelsen eisini kann yvirtaka og viðgera føroysk mál um ættleiðing.

16. januar boðaði felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) frá, at tey fara at gevast við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. 

DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum í løtuni miðlar ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040