Unglingar royndu at taka bensin úr bilum

Unglingar royndu at taka bensin úr bilum
Politiið heldur, at bensinið skuldi brúkast til skutarar
Bensintrot er í landinum, og tað hevur eftir øllum at døma fingið unglingar at royna at taka bensin út bilum.
 
04.06.2024 - 08:31

Í nátt fekk politiið fráboðan um, at nakrir dreingir, 15 til 20 í tali, royndu at taka bensin úr bilum.

Hetta var í Havn.

Ein bileigari boðaði frá klokkan 20 minuttir í fýra í nátt.

Politiið hevur tosað við nakrar av dreingjunum. Teir eru allir yngri enn 18 ár.

Nakað av bensini var eydnast teimum at fáa.

Politiið heldur, at bensinið skuldi brúkast til skutarar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040