ES-val: Høgrasnaring er um hornið

ES-val: Høgrasnaring er um hornið
Í døgunum 6.-9. juni er ES-val. Vit hava tosað við føroysku sendikvinnuna í Brússel, Elisabeth F. Rasmussen, um raðfestingar, høgrasnaringar og innflyting
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
07.06.2024 - 15:54

Tað merkist í Brússel, at val er í hesum døgum.

Elisabeth F. Rasmussen er sendikvinna Føroya í Brússel, og hóast ES-tingið er staðsett í belgiska høvuðsstaðnum, er tað ikki har, valstríð er.

"Tað merkist, tí at tað hevur verið meira friðarligt uttan fyri ES-tingið. Tinglimirnir hava verið í sínum heimlondum og ført valstríð," segði Elisabeth F. Rasmussen í Breddanum í morgun. Til ber at hoyra allan Breddan HER.

 

Høgrasnaring í væntu

ES-borgarar vilja eftir øllum at døma hava broytingar.

Tað trupult at finna bústað, at finna gott arbeiði og at fáa almennar tænastur, so sum góðar heilsutænastur, ljóðar úr fleiri ES-londum.

Samstundis - ella av hesum orsøkum - vilja nógv minka um talið av fólki, sum koma til ES úr øðrum londum, og vilja hava ein annan politikk á umhvørvis- og orkuøkinum. Og tí sær út til, at valið til ES-tingið fer at at hava við sær eina høgrasnaring.

Í gjár valdu tey til ES-tingið í Niðurlondum. Uppteljingin er ikki liðug, men tað sær út til at vera sera jøvn kapping millum euroskeptikaran Geert Wilders og vinstra-grøna flokkin.  Í dag velja tey í Írlandi og sunnudagin í Danmark. 400 milliónir ES-borgarar velja í fýra dagar, hvør skal manna teir 720 sessirnar í ES-tinginum. 

Hvat er tað, sum fær ES-borgarar at velja høgraflokkarnar? 

"Tað er rættiliga ymiskt millum limalondini, og ymiskar orsøkir eru til broytingarnar, eitt nú fleiri kreppur, sum hava verið seinastu árini. Somuleiðis er tað mótstøða móti tilflyting, prísir á gerandisvørurm, orkuprísir, kríggið í Ukraina og veðurlagsbroytingar, sum hava sína ávirkan" sigur Elisabeth F. Rasmussen.

 

Føroyska ES-sendikvinnan, Elisabeth F. Rasmussen Myndafólk: Bjarni Árting Rubeksen

 

Stutt um ES-tingið 
720 sessir eru í ES-tinginum, og hvørt ES-land hevur sessir eftir fólkatalinum. Onki land kann tó hava færri enn seks ella fleiri enn 96 sessir. Tá tingið er valt, eru tinglimirnir bólkaðir politiskt, og ikki eftir, hvørjum landi teir eru valdir í. Í løtuni eru sjey politiskir bólkar. Minst 23 limir skulu taka seg saman at gera ein politiskan bólk, og minst ein fjórðingur av londunum skal vera umboðaður í bólkinum. Hvør limur kann bara hoyra til ein politiskan bólk. Tað ber eisini til at vera uttanflokka. 

 

Strangari innflytarapolitikk

Martin Krasnik, blaðstjóri á Weekendavísini, vísir í oddagrein í gjár á, at í Norðurlondum hava blái og reyði vongurin funnið saman um ein strangari útlendingapolitikk, og at tað sama helst fer at henda í restini av Evropa sum frá líður. Beint nú ger veljarin vart við, hvat hann heldur vera størsta trupulleikan, og velur teir politikarar, sum viðgera tann spurningin mest, og taka hann í álvara, sigur hann. 

Spurd, um hetta er spurningurin, sum fyllir mest hjá veljaranum, svarar Elisabeth F. Rasmussen, at: "Tað er rættiliga ymiskt frá landi til landi, hvussu nogv tað fyllir. Summi lond hava landafrøðiligar staðsetingar, sum gera, at tað fyllir meira. Tað eru heilt fáir mánaðir síðani, at ES samtykti eina nýggja semju um innflyting og friðskjól. Hóast hetta sæst, at politisku flokkarnir hava raðfest tilflyting til ES og til tey 27 limalondini til komandi valskeið. Somuleiðis verður tosað um at styrkja ytru mørkini og tann stovnin, sum samskipar ES og eftirlit," greiðir hon frá.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini. Myndafólk: Mikko Stig/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Í løtuni eru hesir bólkar: 
Kristindemokratiski bólkurin, sum er ein mið-konservativur bólkur, er eisini størsti bólkurin, við týska Manfred Weber sum leiðara. Eisini núverandi ES-forkvinnan, Ursula von der Leyen, hoyrir til henda bólkin. Bólkurin hevur 176 limir, og væntað verður, at hann varðveitir sína støðu eftir valið.
 
Sosialdemokratiski bólkurin er næststørsti bólkurin, og stendur til at missa nakrar sessir. 
 
Bólkurin fyri endurnýgging av Evropa, Liberal-demokratiski bólkurin, er triðstørstur. Her eru eitt nú donsku Moderatarnir og Radikali flokkurin limir. Bólkurin sær út til at ganga aftur. 
 
Bólkurin fyri samleika og fólkaræði, sum røkkur frá uttasta vinstra til uttasta høgra, við euroskeptikarum og nationalistiskum hugsjónum. Hesin bólkurin verður spáddur at fáa stóra framgongd til hetta valið.  
 
Bólkurin hjá konservativum og reformistum, sum hevur sum høvuðsmál at avmarka valdið hjá ES. Eisini ein bólkur á høgravonginum, sum verður spáddur at fáa framgongd. Í dag hevur bólkurin 67 sessir, og roknað verður við, at hann fær 15 og 20 sessir aftrat.
 
Vinstrivongurin í Evropa-tinginum, sum hevur umhvørvi, arbeiðararættindi og rættindi til minnilutabólkar ovarlaga á dagsskránni, verður spáddur at ganga aftur, eins og tey grønu, sum í dag hava 71 sessir, men standa til at missa 10 sessir. 
 

Úrliman ikki á dagskránni

"At taka seg úr ES fyllir ikki nógv í hesum valinum. Tað hevur sum heild fylt minni síðani Brexit. Flokkar, sum fyrr virkaðu fyri at fara úr ES, fara nú til val fyri at broyta skipanina, har teir síggja tørv á at broyta ymisk viðurskifti," sigur Elisabeth F. Rasmussen. 

 

Summir høgraflokkar halda, at ES eigur at samstarva meira við Russland og yvirhøvur at broyta reglurnar, sum mann hevur móti Russlandi, og sum heild konfliktini í Ukraina. Hvussu verður kjakast um hetta í Brússel? 

"Um tað verður so, at tað verður ein broyting í samansetingini í bólkunum, er tað ikki vist, at bólkarnir sínamillum kunnu semjast um hetta. ES-tingið er ikki tann mest tyðandi stovnurin, tá ið ræður um felags uttanríkis- og trygdarpolitikk, tí heimildirnar hjá tinginum eru meira avmarkaðar á tí økinum. Har eru tað limalondini, sum hava ræðiðvaldið.  Men sjálvandi kann ein broytt samanseting hava ávirkan á, hvussu flokkarnir skipa seg eftir valið, og eisini hvørja ávirkan valið hevur á kjakið í limalondunum," sigur Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinna í Brússel.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Týsdag 25. juni
RagnarRokk á Copenhell 2024
177216
Týsdag 25. juni
Morgunlestur týsdagur 25. juni 2024
177127
Mánadag 24. juni
Biltúrurin 2: Koyrt verður í Sumba
176599
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, Jóansøka 2024
177123