Putin setur treytir fyri at gevast við krígnum í Ukraina

Putin setur treytir fyri at gevast við krígnum í Ukraina
Ukraina skal m.a. taka umsóknina um limaskap í Nato aftur, sigur russiski forsetin undan friðartoppfundi í Sveis
Russiski forsetin, Vladimir Putin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.06.2024 - 14:18

Russiski forsetin Vladimir Putin sigur í dag, at tekur Ukraina seg aftur úr Zaporizjzja, Kherson, Donetsk og Luhansk-landspørtunum, og tekur umsóknina um limaskap í Nato aftur, so er Russland til reiðar at gevast við álopunum, og fara undir friðartingingar.

Hann vissar eisini um, at álop verða ikki framd á ukrainsku deildirnar, tá ið tær taka seg aftur. 

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Hetta sigur Putin dagin fyri friðartoppfundin í Sveis, har meira enn 90 lond og felagsskapir fara at kjakast um møgliga loysn fyri kríggið í Ukraina.

Putin segði eisini, at endamálið við álopinum á Kyiv í februar 2022 var ikki at hertaka býin, men at noyða fram eina friðaravtalu við Ukraina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961