Trygd: Tryggingartakarin skal kenna treytirnar í sambandi við spreinging

Trygd: Tryggingartakarin skal kenna treytirnar í sambandi við spreinging
Tryggingarfelagið hevur sent fólki í Hoyvík kunningarskriv um møguligar skaðar, sum kunnu verða elvdir av spreingingum
Spreingingar í sambandi við arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar hava seinastu tíðina loypt hvøkk á fólk, sum búgva Millum Gilja í Hoyvík. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.06.2024 - 13:02

"Góði Trygd-kundi

Seinastu tíðina hava spreingingar verið í økinum kring tíni sethús, sum eru tryggjað í Trygd, og spreingingarnar eru ikki lidnar enn."

 

Soleiðis byrjar teldupostur, sum Trygd fríggjakvøldið sendi kundum sínum Millum Gilja í Hoyvík. Talan var um eitt kunningarskriv í sambandi við spreingingar har á leiðini.

Spreingingar í sambandi við arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar hava seinastu tíðina loypt hvøkk á fólk, sum búgva Millum Gilja í Hoyvík.

 

Anna Holm er stjóri í Trygd.

 

Veita endurgjald

Trygd sigur seg vilja veita endurgjald fyri allar skaðar, sum eru fevndir av okkara tryggingum og greiðir tí frá krøvum, sum skulu vera lokin, áðrenn endurgjald verður veitt fyri skaðar, sum eru hendir av spreinging.

Millum annað skal kunna vísast nágreiniliga á, nær spreingingin var, og at skaðin hendi í júst tí spreingingini. Myndir skulu sendast Trygd av bygningslutinum, sum er tikin, stutt áðrenn skaðin hendi.

Í skrivinum verður staðiliga mælt teimum, sum búgva í øki, har sprongt verður, til at taka myndir av húsaveggjum innan og uttan, húsagrund, flisagólvi, lofti, garði, úthúsum og øðrum á matriklinum, sum kann vera í vanda, um óhappið skuldi rakt tína ogn.

Soleiðis ber til at skjalprógva, hvørjum standi ognin var í, áðrenn skaðin hendi.

Anna Mohr Holm er stjóri í Trygd:

 

24062024_Anna_Mohr_Holm


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502