- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta politiska hólmgongan verður í nátt
Klokkan tvey í nátt - okkara tíð - verður hólmgonga millum sitandi amerikanska forsetan Joe Biden og fyrrverandi forsetan Donald Trump.
Hetta er fyrsta hólmgonga teirra millum síðani 2020, tá ið kjakið var merkt av ruðuleika og fleiri steðgum, hvøssum persónligum álopum og viðmerkingum.
Kjakið í nátt verður 90 minuttir á sjónvarpsrásini CNN.
CNN skipar kjakið øðrvísi enn seinast, tll tess at fyri at forða fyri, at tað fer av kós.
Eingin áskoðari
Tveir lýsingarsteðgir vera undir sendingini, har forsetavalevnini ikki fáa høvið at tosa við stuðlar sínar.
CNN hevur eisini avgjørt at senda kjakið uttan áskoðarar.
Forsetavalevnini sleppa ikki at hava lutir ella skrivaðar viðmerkingar við í sjónvarpsstovuna.
Á pallborðinum verður bara pennur og blokkur, og ein vatnfløska í part.
Sløkkja mikrofonina
CNN hevur eisini gjørt av at sløkkja mikrofonina hjá mótpartinum, meðan hin tosar, at forða fyri at partarnir avbróta hvønn annan.
Jake Tapper og Dana Bash vera vertir, og tey hava fingið ábyrgdina at leggja til rættis 'siviliserað kjak' hesa ferð.
Trump og Biden skulu eisini hittast í hólmgongu, sum ABC News leggur til rættis. Tað verður 10. september.