PISA-kanningin: 42 prosent skilja ikki tekstin

PISA-kanningin: 42 prosent skilja ikki tekstin
Ikki síðani farið varð undir at gera PISA-kanningar fyri 20 árum síðani, hava vit havt so nógvar veikar lesarar í 9. flokki
Næmingarnir klára so dánt at lesa tekstir - tey skilja ikki innihaldið.
09.09.2026 - 09:51

Fýra av hvørjum 10 næmingum - 42 prosent - í 9. flokkunum hava tað, sum á fakmáli nevnist ein "ikki virkisføran lesiførleika."

Tað vísir úrslitið av nýggjastu PISA-kanningini, sum var kunngjørt í gjár.

Kanningin var gjørd í fjør.

Tað er serliga lesiførleikin, sum er versnaður nógv síðstu árini.

Ikki síðani farið varð undir at gera PISA-kanningar fyri 20 árum síðani, hava vit havt so nógvar veikar lesarar í 9. flokki.

Næmingarnir klára so dánt at lesa tekstir - tey skilja ikki innihaldið - og tað gongur so eisini út yvir aðra innlæring.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723