Børn í Fámjin sleppa ikki longur í ansingarstovn á Tvøroyri

Børn í Fámjin sleppa ikki longur í ansingarstovn á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna hevur boðað frá, at fleiri børn verða ikki tikin inn, og tey, sum eru á stovni, sleppa ikki at vera har eftir 30. september
Ansingarstovnurin Mýrifípan á Tvøroyri.
 
02.07.2024 - 07:00

Í mong ár hava børnini í Fámjin gingið í vøggustovu og barnagarði á Tvøroyri. Men nú hevur Tvøroyrar kommuna boðað frá, at hesin møguleiki verður ikki longur.

Fleiri børn verða ikki tikin inn, og tey, sum eru har, skulu út 30. september.

 

Stórur eftirspurningur

"Við tað at stórur eftirspurningur verður á barnaansing eftir august komandi, hevur Tvøroyrar býráð einmælt samtykt , at børn, hvørs foreldur hava bústað í Tvøroyrar kommunu, skulu hava framíhjárætt til ansingarplássini í Mýrifípuni".

Soleiðis stendur í skrivi til Fámjins kommunu 27. juni, sum var hósdagin í farnu viku. Og Tvøroyrar kommuna boðar frá, at kommunan sjálv setir seg í samband við foreldrini, sum hava bústað í Fámjin, at tey missa ansingarplássini á Tvøroyri.

 

Jóanis Lisberg er borgarstjóri í Fámjins kommunu. (Savnsmynd)

 

Tvey børn

Í løtuni eru bara tvey børn úr Fámjin, sum eru í ansing á Tvøroyri, men har vóru fleiri á veg. So seint sum fyri fjúrtan døgum síðan fekk eitt par, sum júst er flutt til Fámjins, at vita, at tey fingu ansing í Mýrifípuni á Tvøroyri.

Kommunan í Fámjin hevði so fund fríggjadagin, har avgjørt var at seta seg í samband við Hvalbiar og Vágs kommunur um at fáa samstarv tann vegin. Og har var eingin trupulleiki.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin sigur, at hann skilir væl Tvøroyrar kommunu, at tey velja síni børn fram um tey í Fámjin.

 

 

Keypa seg inn

Í dag hava kommunurnar eisini tosað saman um møguleikan hjá Fámjin at keypa seg inn í ansingarstovnin Mýrifípuna á Tvøroyri fyri millum eina og tvær milliónir krónur.

Hendir tað, hava børn úr Fámjin sama rætt sum tey á Tvøroyri, og er plásstrot, kunnu børn úr Fámjin ikki bara sáldast frá, tí tey hava skeiva adressu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV