Mikkjal einbúgvi hevði ætlanir um at vitja aftur í Føroyum

Mikkjal einbúgvi hevði ætlanir um at vitja aftur í Føroyum
"Um tvey ár, so komi eg kanska ein túr aftur til Føroya," segði tá 86 ára gamli Mikkjal Sørensen í 2021, tá hann bað Tórði Mikkelsen farvæl. Mikkjal andaðist fyrr í ár
Mikkjal Lodmundur Sørensen á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi í 2021, tá Tórður Mikkelsen vitjaði hann
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
02.03.2026 - 18:04

Í dag var seinni partur av sermerktu Við Tórði á túr-røðini frá 2023 um "Einbúgva av Viðareiði", Mikkjal Lodmund Sørensen, sendur í útvarpinum. 

"Um eg komi til Føroya aftur pá besøg? Tað veit mann ikki," segði Mikkjal við TórðMikkelsen, tá hann fór aftur í jolluna hjá sær. 

"Kemur tú ikki ein túr? Tú kanst koma við mær, tá eg fari heim aftur til Føroya," var Tórður Mikkelsen skjótur at svara. 

"Nei, halt kjaft," svaraði Mikkjal, meðan hann lat seg í ein jakka umborð á jolluni. "Nú eri eg vorðin 86 ár, og eg livi til eg blívi 100. Tað havi eg sagt í nógv Harrans ár. So tað kann vera, at mann kemur ein túr til Føroya um eini tvey ár."

Mikkja Lodmundur Sørensen andaðist týsmorgunin 3. februar 90 ára gamal. 

Endurhoyr seinna part av røðini "Einbúgvin av Viðareiði" HER. 

1498566

 

LES EISINI: Einsamallur á grønlendskari oyggj í 56 ár

 

Ongantíð aftur í Føroyum

Mikkjal Lodmund Sørensen fór til Grønlands á vári í 1963 at rógva út, og hann hevur ongantíð verið aftur í Føroyum.

Tað kom Mikkjal ikki, hóast hann var einabarn, og pápin doyði av vanlukku, meðan Mikkjal var stórur smádrongur, og mamman livdi einsamøll á Viðareiði til ellisár.

Mikkjal valdi heldur at búleikast einsamallur á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi í 57 ár. 

Í samrøðuni við Tórður Mikkelsen, so tosaði Mikkjal um møguleikan at flyta til Danmarkar at liva síni síðstu ellisár. 

So langt koma Mikkjal tó ikki. 

 

Andaðist á ellisheimi í Qaqortoq

Árið eftir, at Tórður Mikkelsen hevði vitjað Mikkjal úti á Kingitoq, brann heim hansara á oynni í grund. 

Hóast Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum, so bleiv syrgt fyri, at hann kom á ellisheim í býnum Qaqortoq.

Har búði Mikkjal inntil hann leygardagin 1. februar fekk ein blóðproppog og varð lagdur inn á sjúkrahúsið.

Mikkjal vaknaði ongantið aftur og andaðist týsmorgunin 3. februar. 

 

HOYR: Við Tórði á túri: Einbúgvin á Viðareiði (1:2)
HOYR: Við Tórði á túri: Einbúgvin á Viðareiði (2:2)

 

 

Hvat: Við Tórði á túri
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194