Trump hevur órin fyri gerðir sínar sum forseti

Trump hevur órin fyri gerðir sínar sum forseti
Avgerðin í hægstarætti er ein sigur fyri fyrrverandi forsetan, sigur formaðurin í umboðsmannatinginum
Donald Trump hevur órin fyri gerðir sínar sum forseti, men ikki tær privatu, sigur hægstirættur í USA. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
02.07.2024 - 09:43

Hægstirættur í USA tók í gjár avgerð í málinum, um Trump hevur rætt til órin fyri gerðirnar hjá sær sum forseti. 

Og niðurstøðan hjá hægstarætti er, at fyrrverandi forsetin er vardur av órini fyri tær almennu gerðirnar hjá sær, men ikki tær privatu. 

Niðurstøðan hjá hægstarætti var "ein sigur fyri fyrrverandi forsetan, Trump" og "enn eitt tap fyri militariseraða løgmálaráðið hjá Biden."

Tað skrivar formaðurin í umboðsmannatinginum, Trump-vinarligi Mike Johnson, á sosiala miðlinum X. 

 

Í samsvari við stýrisskipanina

- Rætturin hevur staðfest, at forsetin hevur rætt til órin fyri almennu gerðirnar. Hendan avgerðin er grundað á týðiliga valdið hjá forsetaembætinum, skrivar Mike Johnson. 

Hann leggur aftrat, at avgerðin "er í samsvari við stýrisskipanina og vit og skil annars."

Sjálvur heldur Trump, at eftir hesa avgerðina eiga øll rættarmál móti sær at verða steðgað.

Tað skrivar hann á sosiala miðlinum Truth Social, sum Trump sjálvur eigur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482