Ítróttarstjórin í NSÍ lagt frá sær

Ítróttarstjórin í NSÍ lagt frá sær
Eyðstein Skipanes sigur í skrivi til NSÍ, at hann traðkaði við síðuna av, tá hann legði eftir dómaranum eftir dystin móti KÍ 28. juni.
Mynd: Skýggjamynd/Televarpið  
 
04.07.2024 - 18:35

Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, tekur nú avleiðingarnar av rokinum eftir dystin móti KÍ fríggjakvøldið 28. juni, og hann hevur lagt frá sær.

Tá dysturin var liðugur legði hann eftir dómaranum Kára J. á Høvdanum á vøllinum og eisini løtu seinni inni í Bylgjuni, har dómararnir skifta.

Týsdagin boðaði dómarafelagið annars frá, at tað ikki vildi døma heimadystir hjá NSÍ við Løkin. Men hetta bleiv tó broytt, eftir at NSÍ og Fótbóltssambandið veittu dómarafelagnum vissu fyri trygdini.

Men nú tekur fyrrverandi ítróttarstjórin avleiðingarnar. 

Í skrivinum, stílað til starvsnevndina hjá NSÍ, skrivar Eyðstein Skipanes, at hann harmast sera nógv um hendingina og biður starvsnevndina, felagnum, vaktum, leikarum, dómarum, FSF og viðhaldsfólkum um umbering.

Víðari skrivar hann, at slíkur atburður ikki hoyrir heima á fótbóltsvølli, og at hann veruliga traðkaði við síðuna av.

Sum avleiðing av hesum biður Eyðstein Skipanes starvsnevndina um at vera leysgivin frá øllum uppgávum fyri NSÍ alt fyri eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809