- Tíðindi, mentan og ítróttur
Moldova - Føroyar: Fimm broytingar frá byrjan

Eyðun Klakstein hevur gjørt fimm broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin hjá Føroyum ímóti Moldova í mun til seinasta dyst ímóti Kasakstan.
Í verjuni kemur Samuel Chukwudi inn í staðin fyri Odmar Færø, og á vongbakkunum eru bæði Martin Agnarsson og Jóannes Kalsø Danielsen skiftir út. Í staðin spæla Jann Benjaminsen og Viljormur Davidsen, sum tískil fær sín 95. landsdyst.
Á miðjuni avloysir Mattias Hellisdal Jóannes Bjartalíð og fremsti maður verður Adrian Justinussen í staðin fyri Petur Knudsen.
Nations League-landsdysturin er klokkan 17.00. Kringvarpið byrjar at senda klokkan 16.30.
Føroyska byrjanaruppstillingin
Mattias H. Lamhauge; Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen; Áki Samuelsen, Mattias Hellisdal, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen; Adrian Justinussen


























