Víkingur - HB: Hvønn veg fara stigini í Sarpugerði?

Víkingur - HB: Hvønn veg fara stigini í Sarpugerði?
Nógv stendur upp á spæl í Noraðgøtu í kvøld, tá Víkingur og HB bresta saman. Vinnur víkingarnir, eru teir seks stig fremstir; vinnur HB, er púra javnt í oddinum
Arnbjørn Svensson og hinir í Víkingi kunnu við sigri á HB vinna seg seks stig framum í toppstríðnum
Mynd: Leit  
 
04.07.2024 - 13:10

Meistaraheitið verður ikki avgjørt í juli. 

Kortini kann oddabrakið ímillum Víking og HB í Sarpugerði í kvøld, geva ein klára ábending um, hvar gullið í Betrideildini við monnum endar.

Vinnur Víkingur verða seks stig niður til HB og minst níggju til KÍ, og tá verða torført hjá hinum at fáa teir ljósabláu aftur.

 - Bæði liðini vita, at hesin dysturin kann flyta øgiliga nógv. Fyri Víking kann tað verða tað avgerandi lopið burtur frá HB ... fyri HB verður tað øgiliga týdningarmikið ikki at tapa dystin, segði fótbóltsviðmerkjarin, Agnar Prestá, við Televarpið. 

Málverjarnir hjá liðunum báðum eru sum vera mann varnari og vilja treyðugt siga ov nógv.

 - Vit vita, at FM verður ikki avgjørt hóskvøldið. Vit mugu bara royna at taka tað sum ein vanligan dyst. Vinna vit, er tað øgiliga gott, og javnleikur er so tað, sum tað er, segði málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reyntrøð, við Televarpið.

 - Tað er ræðuliga týdningarmikið fyri FM-stríðið (at fáa trý stig, red.). Men tað er tað sama fyri hinar, og bæði liðini fara út fyri at vinna. Tað er so hundrað prosent sikkurt, segði Teitur Matras Gestsson við tv.fo.


Áki D. Samuelsen hevur verið flúgvandi síðstu tíðina við m.a. hattrikki ímóti KÍ fyri kortum. Hann telist millum lyklaspælararnar hjá HB saman við Hanusi Sørensen.

 

Tvey jøvn lið

Víkingur vann fyrsta dystin millum liðini í 2. umfari, og tey trý stigini vóru einasti munurin á stigatalvuni, til teir ljósabláu taptu fyri KÍ miðskeiðis í mai.

Síðan fylgdust liðini, til HB óvæntað tapti fyri B68 í síðstu umfari. 

Í steypakappingini er HB við yvirlutan. Teir reyðu og svørtu vunnu við einum máli, tá liðini hittust í fyrru hálvfinaluni í Havn. Í returdystinum í Norðagøtu var støðan 1-1, tá ov nógvur vindur gjørdi, at dysturin varð blástur av.

Víkingur hevur spælt gott mestsum alt kappingarárið, meðan HB trilvaði nakað fyrsta mánaðirnar, áðrenn avrikini støðugt batnaðu. Bæði liðini høvdu nógvar skaddar spælarar fyrr í kappingini, men nú eru flest allir klárir, og tí hava venjararnir báðir, Jóhan Petur Poulsen og Adolfo Sormani, nógvar møguleikar frá beinkinum.

Kringvarpið sigur frá dystinum í Sarpugerði og dystinum í Klaksvík millum KÍ og B36 beinleiðis í útvarpinum eftir tíðindasendingina á nátturða.


Adolfo Sormani hevur staðið seg framúr á HB-beinkinum higartil, men í kvøld stendur stór avbjóðing fyri framman, sum kann gerast avgerandi í stríðnum um meistaraheitið. MYND: Leit

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609