Russlandsferð hjá Orban hevur fingið ilt í ES

Russlandsferð hjá Orban hevur fingið ilt í ES
Ferðin er serliga viðkvom, tí Ungarn í hesi vikuni tók við formansskapinum í ES-samveldinum
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, er komin til Russlands at hitta Putin, forseta.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 14:27

Ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban er komin til Moskva at hitta Vladimir Putin, forseta. 

Og tað er ES misnøgt við.

Ferðin er serliga viðkvom, tí Ungarn í hesi vikuni tók við formansskapinum í ES-samveldinum.

 

Onga heimild

- Orban hevur ikki heimild til at hava samband við Russland vegna ES, skrivaði ein óður Charles Michel, forseti í ES, í gjárkvøldið á X, tá ið tíðindini um ferðina bórust. 

Ferðin er bert fáar dagar undan stóra Nato-toppfundinum í Washington, og fær eisini hvassar atfinningar frá øðrum leiðarum í ES.

Viktor Orban verjir seg og sigur, at hann fær ikki frið í Ukraina við at sita í einum lenistóli í Brússel.

Fyrr í vikuni var ungarski forsetin í Ukraina, har hann hitti Zelenskyj, forseta. Orban mælti Ukraina til vápnahvíld, sum kann fáa gongd á friðarsamráðingar við Russland.

Zelenskyj ønti honum ikki aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869