Bakkafrost og Varðin Pelagic brúktu fiskavirkisskipanina mest

Bakkafrost og Varðin Pelagic brúktu fiskavirkisskipanina mest
26 virki vóru í skipanini í fjør, og fólk á hesum virkjum fingu tilsamans góðar 28 milliónir úr skipanini
Fólk hjá Bakkafrosti fingu átta milliónir kr. úr fiskavirkisskipanini í fjør. (Savnsmynd)
 
12.07.2024 - 08:05

Bakkafrost er ovast á listanum hjá teimum, sum brúktu fiskavirkisskipanina hjá ALS í fjør.

Góðar 8,1 millión krónur fingu fólk hjá Bakkafrosti fyri 81.811 tímar.

Síðani kemur Varðin Pelagic við sløkum fimm milliónum og 47.378 tímum.

Pelagos Kollafjørður fær slakar tvær milliónir krónur og 19.259 tímar.

263.945 tímar vóru í skipanini í fjør, og 26 virki vóru í skipanini í fjør.

 

28 mió. kr.

Fyri fyrstu ferð hevur ALS goldið meira til fiskavirkisskipanina enn í vanligum arbeiðsloysisstuðli. 

28,3 milliónir krónur fóru til fiskavirkisskipanina í fjør.

Vanligur arbeiðsloysisstuðul var 26,9 mió. kr.

ALS kom í 1992, og hesi 31 árini, fiskavirkisskipanin hevur virkað, eru goldnar slakar 653 mió. kr. til starvsfólk á fiskavirkjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541