Mugu helst siga, nær innflutningurin av oljuriknum akførum skal steðgast

Mugu helst siga, nær innflutningurin av oljuriknum akførum skal steðgast
- Partur av orku- og veðurlagspolitikkinum er at finna útav, nær innflutningurin av oljuriknum akførum skal steðgast. Tað sigur Ingilín D. Strøm
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
 
18.07.2024 - 19:37

- Partur av orku- og veðurlagspolitikkinum er at finna útav, nær innflutningurin av oljuriknum akførum skal steðgast. Nær tað verður, er ov tíðliga at siga, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum. 

Vit hava sett okkum fyri at vera grøn í 2030, men fyri at røkka tí málinum, má ferðslan eisini gerast grønari. 

Kortini eru bert sjey prosent av øllum persónbilunum á føroysku vegunum el-bilar. 

Tað er framvegis langt eftir á mál, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum. 

Í Føroyum er annarhvør nýggjur bilur ein elbilur. Samanbera vit við Noreg, so keypa tey næstan bara el-bilar. Har er talið oman fyri 90 prosent. 

RÆTTAÐ: 19. juli 2024 kl.10.54

 

Ingilin_DS

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650