Tilsøgnin er galdandi í 24 tímar

Tilsøgnin er galdandi í 24 tímar
Skip, sum ætla í norskan sjógv eftir makreli, skulu fyri middag tann 31. juli søkja um loyvi til tess
Makrelurin í norskum sjógvi sigst vera góður og tí nógv verdur.
 
23.07.2024 - 06:21

Skip, sum ætla í norskan sjógv eftir makreli, skulu fyri middag tann 31. juli søkja um loyvi til tess.

Í mesta lagi 12 skip føroysk skip sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi í senn. 

Fær Vørn fleiri enn 12 umsóknir, verður lutakast millum umsóknirnar um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv. 

Í fyrstu atløgu sleppa 12 tey fyrst drignu skipini. 

Skjótt má berast at

Og tað ræður um at gera skjótt av, tí kunngerðin um fiskiskapin sigur, at fer skipið ikki til fiskiskap innan 24 tímar eftir, at Vørn hevur givið tilsøgn, fellur tilsøgnin burtur, og næsta skipið á listanum sleppur framat.

Tilsøgn verður givin til ein túr í senn. 

Skip, sum fiska makrel í norskum sjógvi, hava ikki loyvi til at fiska aðrastaðni á sama túri. 

Føroyar sleppa at fiska 35.191 tons, 40 prosent, av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232