Inntøkumarkið ikki staðið sína roynd enn

Inntøkumarkið ikki staðið sína roynd enn
Fast Track skipanin, ella snarskipanin, sum kom í 2021, verður nógv brúkt
Nógv arbeiðsloyvi vera givin í snarskipanini.
 
30.07.2024 - 11:00

Fast Track skipanin, ella snarskipanin, sum kom í 2021, verður nógv brúkt.

Í 2021 vóru 60 arbeiðsloyvi latin, í 2022 vóru 635 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð, í 2023 vóru 372 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð og til 1. juli í ár vóru tey 224.

Fyri at tryggja, at útlendskir arbeiðstakarar eru førir fyri at uppihalda familju síni í Føroyum, setti landsstýrið í september í fjør inntøkumørk í sambandi við arbeiðsloyvi til arbeiðstakarar, sum hava familjuna við sær til Føroya. 

Landsstýrið sigur, at enn ber ikki til at siga, hvørja ávirkan hesi mørk hava, tí flestu umsóknirnar um uppihaldsloyvi til samfylgjandi familju, sum eru latnar inn eftir 1. september í fjør, eru framvegis í viðgerð. 

Talan er um 54 mál. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558