Japan vil hava hendur á Paul Watson

Japan vil hava hendur á Paul Watson
Danmark hevur nú fingið eina formella umbøn frá Japan um at flýggja teimum víðgongda hvala atgerðarmannin, Paul Watson, sum 21. juli varð handtikin í Grønlandi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.08.2024 - 10:13

Japan vil hava Paul Watson útflýggjaðan. Tað skrivar danska kringvarpið, DR.

Orsøkin til handtøkuna var handtøkuboð úr Japan fyri tólv árum síðani, upplýsir danska Løgmálaráðið fyri DR.

- Løgmálaráðið kann upplýsa, at ráðið ígjár fekk eina formliga umbøn frá japonskum myndugleikum um at útflýggja Paul Watson. 

Nú verður bíðað eftir váttaðu skjølunum, skrivar ráðið í telduposti, sambært DR.

 

Útflýggja sambært grønlendskari lóg

Tað verður danska Løgmálaráðið, sum skal avgera, um 73 ára gamli Paul Watson kann verða flýggjaður Japan.

Hetta skal verða gjørt sambært grønlendsku útflýggjanarlógini og grønlendsku revsilógini, upplýsir danska Løgmálaráðið fyri danska Kringvarpinum.

Paul Watson varð tikin 21. juli, og rætturin í Nuuk avgjørdi tá, at hann skuldi verða í varðhaldi har til 15. august.

Úrskurðurin varð kærdur til landsrættin, sum staðfesti hann.

 

Atsókn í Antarktis

Í 2010 góvu japanskir myndugleikar boð um, at Paul Watson skuldi handtakast fyri eina atsókn í Antarktis, har hann legði seg út í arbeiðið hjá hvalaveiðifólki úr Japan.

Boðini um at handtaka Paul Watson hava staðið við líka síðani 2010.

Og 21. juli bleiv hann so handtikin í Nuuk, tá hann kom til bryggju við skipi sínum, John Paul DeJoria, at bunkra.

 

John Paul DeJoria farin úr Nuuk

Ólavsøkuaftan fór skipið hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, við fólki hansara umborð, úr Nuuk, har tað hevði ligið.

Tað lá norðan fyri Ilussiat í nakrar dagar, sambært Vesselfinder.

Men í morgun fór John Paul DeJoria aftur at sigla suðureftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598