Eingi tekin um at Golfstreymurin viknar

Eingi tekin um at Golfstreymurin viknar
Hóast gransking aðrastaðni rør framundir tað, so geva mátingar hjá Havstovuni ongar ábendingar um, at Golfstreymurin er við at vikna og minka burtur í einki
Ongar ábendingar eru um, at Golfstreymurin viknar, sigur Karin Margreta Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Havstovuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2024 - 19:07

Tað hevur leingi verið stúrt fyri, at tað, at grønlendski innlandsísurin bráðnar, fer at ávirka Golfstreymin, sum gevur okkum okkara lutfalsliga lýggja veðurlag um veturin. Nú vísir nýggj gransking frá lærda háskúlanum í Utrecht í Niðurlondum, at Golfstreymurin viknar og er í vanda fyri at steðga upp kanska longu í 2030'unum. Hetta hevði broytt veðurlagið í Føroyum og øllum norðurevropa munandi.

Men granskingin í Utrecht samsvarar ikki við granskingina hjá Havstovuni. Karin Margreta Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Havstovuni, sigur, at tey ikki síggja nakað til, at havstreymurin minkar. Havstovan hevur mátað streym í 30 ár.

Hoyrið samrøðu við Karina Margretu Húsgarð Larsen her:

Golfstreymurin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210