Skógareldar í Grikkalandi: Eitt fólk latið lív

Skógareldar í Grikkalandi: Eitt fólk latið lív
Fólkið varð funnið í einum húsum, sum vóru brunnin í grund
 
13.08.2024 - 08:28

Eitt fólk hevur latið lív av skógareldunum, sum herja í Grikkalandi.

Fólkið varð funnið í einum húsum, sum vóru brunnin í grund.

Hetta var í Vrilissia, sum forstaður til grikska høvuðsstaðin, Aten.

 

Talsfólkið fyri sløkkiliðið, Vassileios Vathrakogiannis, sigur, at eldarnir ikki eru líka stórir longur, men at framvegis eru fleiri eldar, millum annað í býunum Marathon og Panteli eystanfyri Aten.

Veðurlíkindini gera, at tað framvegis er stórur vandi fyri skógareldum, bæði í dag og restina av vikuni.

 

Sambært griksku myndugleikunum hava í minsta lagi 18 fólk fingið skaða av eldunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025