Føroysk skip fiska makrel í altjóða sjógvi norðanfyri

Føroysk skip fiska makrel í altjóða sjógvi norðanfyri
Einki av teimum 12 skipunum, sum vunnu lutakastið um at sleppa fyrst í norskan sjógv at fiska makrel, hevur søkt um loyvi enn, sigur Vørn
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.08.2024 - 10:32

Føroysku skipini, sum fiska makrel, eru nú í altjóða sjógvi norðanfyri.

Eingin hevur søkt um loyvi enn at sleppa í norskan sjógv eftir makreli, upplýsir Vørn.

Eingin hevur heldur søkt um loyvi at sleppa í bretskan sjógv, men tað er ikki so løgið, tí makrelfiskiskapurin har er ikki fyrr enn síðst í árinum.

 

Einki av teimum 12 hava søkt um loyvi

12 skip sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi í senn.

21 skip søktu um at sleppa í norskan sjógv sambært nýggju makrelsemjuni við Noreg.

Lutakast hevur verið hjá Vørn.

Einki av teimum 12 skipunum, sum vunnu lutakastið, hevur søkt um loyvi enn.

 

Tilsøgn fyri ein túr í senn

Tilsøgnin um at sleppa í norskan sjógv eftir makreli er givin til ein túr í senn.

Tá túrurin er liðugur, endar skipið niðast á listanum við teimum 21 skipunum. 

Tað ræður um at gera skjótt av, tí um skipið ikki er farið til fiskiskap í seinasta lagi 24 tímar eftir at hava fingið tilsøgn, fellur tilsøgnin burtur, og næsta skip á listanum sleppur framat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744