Paul Watson fyri í rættinum í Nuuk í dag

Paul Watson fyri í rættinum í Nuuk í dag
Í dag skal rætturin í Nuuk gera av, um Paul Watson framhaldandi skal vera í varðhaldi. Sakførarin hjá Watson fer at krevja, at Watson verður latin leysur
 
15.08.2024 - 08:39

73 ára gamli Paul Watson, sum varð tikin, tá skip hansara John Paul DeJoria kom til Nuuk at bunkra 21. juli, skal í dag fyri í rættinum í Nuuk.

Rætturin í Nuuk skal gera av, um Paul Watson framhaldandi skal vera í varðhaldi.

Í 2010 góvu japanskir myndugleikar boð um, at Paul Watson skuldi handtakast fyri eina atsókn í Antarktis, har hann legði seg út í arbeiðið hjá hvalaveiðifólki úr Japan.

Boðini um at handtaka Paul Watson hava staðið við líka síðani 2010.

Rættarfundurin í dag er um varðhaldsfongslingin av Paul Watson skal leingjast.

 

Varðhaldsfongsling mótvegis leyslating

Ákæruvaldið fer at biðja um fýra vikur.

Verjin hjá Watson fer at krevja, at Watson verður latin leysur.

Tað verður ikki fyrr enn seinni, at danska løgmálaráðið fer at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Japans.

Hin møguleikin er, at Løgmálaráðið fer ikki at biðja um útflýggjan.

Japan hevur biðið Danmark um at fáa Paul Watson.

John Paul DeJoria hevur ligið í Halifax í Kanada í nakrar dagar.

 

Nógv trýst á Danmark

Seinastu dagarnar hava mótmæli verið bæði uttanfyri Christiansborg í Keypmannahavn og í París í einari roynd at leggja trýst á Danmark um ikki at útflýggja Japan Paul Watson, men hinvegin lata kanadiska stovnaran av Sea Shepherd leysan. 

Yvir 50.000 fólk í øllum heiminum hava eisini skrivað undir áheitan á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, um at lata Paul Watson leysan.

73 politikarar í tíggju londum í Evropa hava staðiliga heitt á Mette Frederiksen um at lata Paul Watson leysan alt fyri eitt, eitt nú franski forsetin Emmanuel Macron. 

 

Ein føroyskur politikari, fólkatingmaðurin Sjúrður Skaale, sigur nakað heilt annað. Hann sigur stutt og greitt, at Watson skal viðgerast sum tann brotsmaður, hann er.

"Danmark er eitt rættarsamfelag, og kann tí ikki lata ein brotsmann leysan," sigur Sjúrður Skaale.

Nógv kend fólk royna eisini at gera sína ávirkan galdandi. Fyrrverandi franska filmsstjørnan Brigitte Bardot heitir í brævi til Mette Frederiksen eisini á donsku stjórnina og forsætisráðharran um at lata Paul Watson leysan.

 

Og í Keypmannahavn gingu oddamenninir í tónleikabólkunum Gojira úr Fraklandi og Mew úr Danmark,  Jonas Bjerre og Joseph Andrew Duplantier, á odda fyri mótmælunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854