Suðuroyartunnilin: Kjarnuboringar í Skúvoy steðgaðar upp

Suðuroyartunnilin: Kjarnuboringar í Skúvoy steðgaðar upp
Borurin hevur sett seg fasta 100 metrar frá ætlaðu dýpdini á kjarnuboringini í sambandi við Suðuroyartunnilin, at boringin stendur í hálvum gekki
Kjarnur úr kjarnuboringini í Skúvoy, sum nú er steðgað upp, tí borurin hevur sett seg fastan
Mynd: Jarðfeingi á Instagram  
 
15.08.2024 - 12:22

Í eitt ár ella so hevur ein borur staðið úti í Skúvoy og gjørt kjarnuboringar av undirgrundini í sambandi við komandi Suðuroyartunnilin. 

Javnt og samt hevur borurin spýtt kjarnur av undirgrundini upp til yvirflatuna. 

Men nú er borurin tagnaður, tí hann er steðgaður.

Borurin hevur snøgt sagt sett seg fastan 100 metrar frá ætlaðu dýpdini, ið var 1.200 metrar, sum miðað varð eftir. 

"Hví borurin setti seg fastan, vita vit ikki, og tað eydnaðist ikki at spreingja borin leysan," sigur Bartal Højgaard frá Jarðfeingi,

Norsk-svenska felagið, sum hevur gjørt kjarnuboringarnar í Skúgvi, mátti gevast at bora, tá komið var niður á 1.100 metrar.

 

Gongur útyvir góðskuna av kanningarúrslitinum

Fólk í Skúvoy skulu ikki bera nakran ótta fyri, at borurin stendur í boriholinum. Tað er ikki óvanligt, at borir gera tað.

Men tað gongur útyvir góðskuna av kanningarúrslitinum av undirgrundini í sambandi við Suðuroyartunnilin, at borurin í Skúvoy setti seg fastan, ásannar Bartal Højgaard, jarðfrøðingur.   

"Fyri okkum er tað keðiligt, tí borurin forðar fyri, at vit ikki fáa eina sondu niður í boriholið. Vit hava ein hóming av, hvat tað er fyri grót, ið Suðuroyartunnilin fer ígjøgnum, og kjarnuboringin skuldi prógva, at tað, ið vit síggja á seismisku-kanningunum av undirgrundini, sampakkar við veruleikan," sigur Bartal Højgaard, jarðfrøðingur frá Jarðfeingi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375