Summarfestival-fyriskipari: "Vit harmast um keðiligu upplivingarnar"

Summarfestival-fyriskipari: "Vit harmast um keðiligu upplivingarnar"
Fyriskipararnir av Summarfestivalinum eru í holt við at eftirmeta ársins festival, harundir eisini vaktarhaldið, sigur Erik Biskupstø
Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2024 - 12:54

Fleiri fólk hava á sosialu miðlunum sagt frá keðiligum hendingum við vaktarfólkum á Summarfestivalinum, ið hava verið harðlig.

Í einum føri er viðferðin, ið fólk hava fingið, endað við, at ein vaktarmaður er meldaður til løgregluna fyri harðskap.

>>Sí eisini: Vaktarmaður á Summarfestivalinum meldaður fyri harðskap

Fyriskipararnir av Summarfestivalinum eru varugir við hendingarnar. 

"Vit harmast um, at fólk hava havt keðiligar upplivingar í sambandi við vaktarhaldið á Summarfestivalinum. Vit eru í holt við at eftirmeta festivalin, harundir eisini vaktarhaldið," sigur Erik Biskupstø, fyriskipari. 

Erik Biskupstø ger eisini vart við, at fyriskipararnir eisini hava fingið óalmindiliga nógvar góðar afturmeldingar frá fólki, ið hava havt ein sera góðan festival.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659