Heilsustarvsfólk í India mótmæla

Heilsustarvsfólk í India mótmæla
Heilsustarvsfólk í India løgdu í gjár arbeiðið niður í samhuga við 31 ára gamla kvinnuliga læknan, sum í síðstu viku bleiv neyðtikin og dripin, tá hon var í starvsvenjing
Fólk mótmæla í New Delhi.
Mynd: Priyanshu Singh/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.08.2024 - 18:27


Heilsustarvsfólk í India løgdu í gjár arbeiðið niður í samhuga við 31 ára gamla kvinnuliga læknan, sum í síðstu viku bleiv neyðtikin og dripin, tá hon var í starvsvenjing í stórbýnum Kolkata.

Tað skrivar NTB.

31 ára gamli læknin var álopin í einum sovisali. Ein maður, sum arbeiðir á sjúkrahúsinum í Kolkata, er handtikin og varðhaldsfongslaður í sambandi við málið.

Drápið hevur elvt til mótmæli millum heilsustarvsfólk. Málið verður av summum samanborið við eitt mál í 2012, tá ein 23 ára gomul lesandi bleiv hópneyðtikin og dripin í einum bussi í høvuðsstaðnum New Delhi.

Læknarnir og kvinnubólkarnir, sum mótmæla, eru óðir um, at herdar lógir ikki hava megnað at minka vaksandi harðskapin móti kvinnum.

Í 2022 blivu 90 neyðtøkur fráboðaðar dagliga í India, vísa almenn hagtøl. 

Indiskir læknar krevja, at stjórnin setir í verk lóg, sum verjir heilsustarvsfólk móti harðskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949