Løgtingsgrannskoðarar viðgera frágreiðing um Húsalánsgrunnin

Løgtingsgrannskoðarar viðgera frágreiðing um Húsalánsgrunnin
Støða skal eisini takast til, um frágreiðingin skal leggjast fyri tingið
Løgtingsgrannskoðararnir viðgera í morgin spurningin, um frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini um Húsalánsgrunnin, skal leggjast fyri tingið.
 
19.08.2024 - 08:56

Løgtingsgrannskoðararnir fara í morgin at viðgera spurningin, um frágreiðingin um Húsalánsgrunnin, sum Landsgrannskoðanin kom við í apríl, skal leggjast fyri løgtingið.

Verður hon løgd fyri tingið, kann hon viðgerast har.

Avgera løgtingsgrannskoðararnir at leggja frágreiðingina fyri tingið, gera teir eisini viðmerkingar um hana. 

Samanumtikið dugir Landsgrannskoðanin ikki at síggja, at Húsalánsgrunnurin hevur havt ávísan leist ella frymil fyri, hvussu viðurskiftini skulu vera, tá bygt verður saman við øðrum. 

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2023.

Tann frágreiðingin verður eisini viðgjørd á fundinum hjá løgtingsgrannskoðarunum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025