Ukraina vil sleppa at brúka vesturlendsk vápn inni í Russlandi

Ukraina vil sleppa at brúka vesturlendsk vápn inni í Russlandi
Landið hevur nú valdið á 1250 ferkilometrum og 92 bygdum í russiska Kursk-landspartinum
Ukrainskar herdeildir hava tikið seg inn í Russland, og nú vil ukrainski forsetin sleppa at brúka vesturlendsk vápn.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.08.2024 - 08:57

Ukraina vil sleppa at halda leiðina longur inn í Russland. 

Landið hevur nú valdið á 1250 ferkilometrum og 92 bygdum í russiska Kursk-landspartinum, sum er á markinum millum Ukraina og Russland.

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj hevur biðið vesturheimin um loyvi til at brúka vápn, sum vesturheimuin hevur latið Ukraina, at leypa á langt inni í russiskum landøki.

Zelenskyj vísir á, at tey sameindu fyrr hava biðið seg um ikki at leypa á mál inni í Russlandi.

Var hetta ikki galdandi, hevði ikki verið neyðugt at farið inn í russiskt landøki við markið, sigur ukrainski forsetin.

Zelenskyj sigur, at vantandi loyvi at leypa á russisk mál við vesturlendskum vápnum, óbeinleiðis forða Ukraina at vinna á russiska herinum har eysturi í Ukraina, har stríðið í løtuni er um tveir strategiskt týdningamiklar býir, Pokrovsk og Toretsk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098