Semingsstovnurin roynir semju millum Maskinmeistarafelagið og KAF

Semingsstovnurin roynir semju millum Maskinmeistarafelagið og KAF
Arbeiðsbólkurin, sum var settur at gera uppskot um arbeiðstíðarreglur, er liðugur
Semingsstovnurin kravdi, at semja fyrst skuldi fáast um arbeiðstíðarreglur í nýggja sáttmálanum, áðrenn onnur krøv vera viðgjørd.
 
29.08.2024 - 08:38

Nú klokkan níggju byrja samráðingar millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistarar hjá SEV og IRF.

Semingsstovnurin skipar fyri.

Semingsstovnurin kravdi, at semja fyrst skuldi fáast um arbeiðstíðarreglur í nýggja sáttmálanum, áðrenn onnur krøv vera viðgjørd.

 

Arbeiðsbólkurin liðugur

Ein arbeiðsbólkur við fólki hjá KAF og Maskinmeistarafelagnum var settur at gera uppskot um hesar reglur.

Arbeiðsbólkurin er nú liðugur. 

Samráðingarnar slitnaðu 5. juli, og Semingsstovnurin var boðsendur. Sáttmálin fór úr gildi í oktober 2022. 

Samráðingarnar eru á Hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770