Ísrael: Arbeiðsrættur gevur boð um at verkfallið skal halda uppat

Ísrael: Arbeiðsrættur gevur boð um at verkfallið skal halda uppat
Landsumfatandi verkfallið er sett í verk, eftir at seks ísraelskir gíslar vórðu funnin deyðir í Gasageiranum leygardagin
Samanbrestir hava verið millum løgregluna og mótmælisfólk undir landsumfatandi verkfallinum í Ísrael.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.09.2024 - 13:34

Ísraelski arbeiðsrætturin hevur í dag gjørt av, at aðalverkfallið í Ísrael skal halda uppat innan kl. 14.30 lokala tíð - tað er kl. hálvgum eitt føroyska tíð. 

Tað skrivar Reuters.

Landsumfatandi verkfallið er sett í verk, eftir at seks ísraelskir gíslar vórðu funnin deyðir í Gasageiranum leygardagin.

 

Verkfallið hevur eisini rakt flogferðsluna til og úr Ísrael. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Størsta fakfelagið í Ísrael, Histadrut, hevur lýst verkfallið. Tað hevur um 800.000 limir í fleiri geirum í ísralska samfelagnum, - frá heilsustarvsfólkum og flutningi til bankageiran.

Fleiri kommunalar tænastur í Tel Aviv og øðrum ísraelskum býum hava tí ikki havt opið í dag.

Lokalir miðlar skriva, at verkfallið eftir ætlan stendur við til kl. 18 í kvøld, t.e. kl. 16 føroyska tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221