Fiskamarknaðurin væntar nógvan útróður

Fiskamarknaðurin væntar nógvan útróður
Bátarnir fáa tosk og hýsu, men fiskaríið er smáligt.
 
03.09.2024 - 11:34

Bæði ísfiskalínuskipini liggja framvegis, sigur Fiskamarknaðurin.

Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum, tvey eru við Eysturgrønlandi og tvey liggja.

Og so er eitt frystilínuskip á royndarveiðu eftir høgguslokki.

 

Harður streymur

Streymurin verður rættiliga harður í vikuni. Veðurforsøgnin er góð, so Fiskamarknaðurin væntar nógvan útróður. 

Bátarnir fáa tosk og hýsu, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya banka.

Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Teir hava smáligt fiskarí. 

 

Svartkalvi

Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Teir fiska svartkalva.

Tvey pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tey hava ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Tríggir trolbátar eru norðanfyri. Teir hava gott fiskarí.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Tey hava misjavnt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541