Landsstýrismálanevndin ætlar at gera niðurstøðu í hesum mánaðinum

Landsstýrismálanevndin ætlar at gera niðurstøðu í hesum mánaðinum
Nevndin hevði aftur fund um kærurnar um landsstýrisfólkini, Dennis Holm og Ingilín Didriksen Strøm, fyrrapartin
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í bústaðarmálum.
 
03.09.2024 - 13:54

Landsstýrismálanevndin viðger framvegis kærurnar um  Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og um Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.

Dennis Holm er kærdur fyri at hava latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki, og tað halda nótaskipini vera at taka søgulig rættindi frá sær.

 

Hans Jacob Thomsen. 

 

Ingilín Didriksen Strøm er kærd fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum, tá ið hon segði seg ikki hava fingið ábendingar um, at Húsalánsgrunnurin og Bústaðir høvdu trupulleikar við langtíðarhaldførinum.

Landsstýrismálanevndin hevði fund um báðar kærurnar fyrrapartin, men hóast Hans Jacob Thomsen, formaður í nevndini, sigur, at allir steinar nú munnu vera vendir, koma ongar niðurstøður fyrr enn seinni henda mánaðin:

 

03092024_Hans_Jacob_Thomsen

 

Talan er um tvær ymsar kærur, men formaðurin í landsstýrismálanevndini væntar, at niðurstøðurnar um báðar fara at koma í senn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025