Partarnir skulu taka støðu til skitsu um semingsuppskot

Partarnir skulu taka støðu til skitsu um semingsuppskot
Svarið verður avgerandi fyri, um hildið verður fram við semingsroyndini millum SEV og IRF øðrumegin og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hinumegin
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
03.09.2024 - 11:48

Semingin um sáttmálarnar fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF helt á til seint í gjárkvøldið.

- Partarnir hava fingið eina skitsu til semingsuppskot at taka støðu til, og vit skulu frætta frá teimum á middegi. Út frá svarinum taka vit støðu til, um vit halda fram við samráðingunum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.  

Hann sigur, at talan er um truplar samráðingar, og langt er millum partarnar. 

 

Semingsstovnurin boðsendur 5. juli

Semingsstovnurin, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið fóru á fund um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF í gjár.

Semingsmaðurin varð boðsendur tann 5. juli, tá ið samráðingarnar millum partarnar slitnaðu.

Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober 2022.

 

Løgtingið legði uppí

Í 2005 eydnaðist ikki at fáa semju millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Tað vil siga, at feløgini gjørdu semju, men Fíggjarmálaráðið góðtók ikki semjuna.

Tað endaði við, at maskinmeistararnir hjá SEV fóru í verkfall, og fólk kring landið mistu streymin í nøkrum tíðarskeiðum. Løgtingið legði uppí, tí mett var, at streymur var lívsneyðugur. Løgtingið sendi við lóg maskinmeistararnar aftur til arbeiðis við at leingja gamla sáttmálan. Seinni gjørdu partarnir nýggjan sáttmála.  

Um semja ikki fæst við maskinmeistararnar, og teir umhugsa at fara í verkfall, er spurningurin, hvat løgtingið tá ger.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303