Uppsøgnin verður ógildað - Glasir skal rinda møguligt endurgjald

Uppsøgnin verður ógildað - Glasir skal rinda møguligt endurgjald
Barna- og útbúgvingarmálaráðið gongur ikki kæruni frá rektaranum á Glasi í málinum um uppsagda útbúgvingarstjóran á møti
Glasir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2024 - 08:42

- Avgerðin frá 1. juli 2024 at ógilda uppsøgnina verður ikki broytt, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið í brævi til Unu Joensen, rektara á Glasi, 29. august.  

Sostatt stendur avgerðin hjá ráðnum við um at ógilda uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, útbúgvingarstjóra. 

Útvarpið hevur fingið hendur á brævinum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið, BUMR, hevur umframt sína egnu meting av málinum, eisini fingið uttanhýsis sakførara at gera meting av, um talan er um feilir, sum kunnu grundgeva fyri, at avgerðin 1. juli verður ógildað, og málið tikið upp til nýggja viðgerð.

Avgerðin er send pørtunum til hoyringar, og BUMR metir ikki, at partanir í seinastu viðmerkingunum hava víst á viðurskifti, sum kunnu broyta niðurstøðuna.

 

Una Joensen er rektari á Glasi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Starvsfólk ikki tikin upp á ráð

BUMR sigur, at tilgongdin í málinum frá byrjan ber brá av, at rektarin hevur tikið avgerð um leist og úrslit, áðrenn eitt nú starvsfólk og álitisfólk vóru tikin við upp á ráð.

- Tað hevði verið meira skynsamt, um rektarin hevði inndrigið starvsfólk sum eitt tað fyrsta í tilgongdini til ein einfaldari bygnað uttan at siga, hvussu vegurin hagar skuldi verða. So hevði rektarin tryggjað sær breiðari undirtøku, sigur BUMR í svarskrivinum til Unu Joensen.

Viðvíkjandi útsøgnini um, at rektarin hevur sagt ósatt, metir BUMR ikki, at rektarin hevur talað ósatt fyri aðalstjóranum undir samrøðuni 5. januar í fjør, men at talan er um misskiljing. 

- Hetta átti kanska at hava verið tikið við í ætlanarskriv okkara, ásannar ráðið í brævinum.

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

 

Málið lokað

Niðurstøðan hjá BUMR er, at grundarlag er ikki fyri at broyta avgerðina.

Ráðið er kærumyndugleiki í sambandi við uppsøgnina, og málið er nú lokað.

Brævið endar við boðum um, at Glasir skal taka stig til samráðing og rinda møguligt endurgjaldskralv,  í samstarvi við Undirvísingarstýrið.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, hevur skrivað undir brævið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938